Skapandi tankar - Poddvarp um íverksetan

Iverksetarahúsið

Skapandi tankar er poddvarp hjá Íverksetarhúsinum, ið gevur innlit og íblástur til íverksetarar og kreativar sálir. Vit hava íverksetar og ymisk vinnulívsfólk á vitjan. Poddurin viðger íverksetan í breiðari merking.

Partur 2 -  Rent Your Car - Jákup Breckmann og Tór av Skarði

Í hesum poddi hoyra vit Tór av Skarði og Jákup Breckmann, stovnarar av fyritøkuni Rent Your Car, greiða frá teirra søgu, hvussu teir byrjaðu við einum pylsuvogni og til nú at hava yvir 200 leigubilar.

Partur 1 -  Sølvá Jansdóttir Joensen

Sølvá Jansdóttir Joensen er kvinnan aftanfyri fyritøkuna SØLVÁ og Instagram vangan @sjjoensen, har tú fært vitan, íblástur og prei til betri heilsu, vanabroyting og familjulívið. Umframt at vera stjóri í egnari fyritøku er hon eisini ávirkari.  Í hesum poddi hoyra vit Sølvá millum annað greiða frá um lívið sum íverkseti, hvørjar avbjóðingar hava verið á leiðini og hvat hetta hevur lært hana.